F80 kappingin 2023

Leygardagin 25. mars 2023 verður F80 kappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 300,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap)

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. mars kl. 20:00

PS – Nú freistin er farin, hava 25 skjúttar boða frá luttøku til kappingina !!!