Leygardagin 28. desember 2019, skipar Veiðfelagið Byrsumúli fyri eini hugnakapping, fyri allar limir í skjótifeløgunum í Føroyum.
Skjúttar skulu skjóta eitt umfar í trap, og eitt umfar í skeet. Talt verður saman, og tann sum hevur rakt mest, vinnur kappingina.
Prísurin er 150 kr. og møtt verður kl. 9:30.
Góðir vinningar verða.
Tilmeldingsfreistin er fríggjakvøldið 27. desember 2019 kl. 20:00.
Um veðurváninar eru vánaligar, ella ov lítil undirtøka, verður kunna um tað fríggjakvøldið, tá tilmelding freistin er úti.
Tilmelding:
https://bit.ly/hugnakapping2019
