Higartil hava 17 luttakarar boða frá luttøku, men enn er pláss fyri fleiri luttakarum, og tilmeldingarfreistin er hósdagin 18. juli 2019 kl. 20:00.
Kappingin er í skeet og trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini leygardagin, telja við í Føroya Cup í 2019. Endaplássini sunnudagin, telja við í Grand Prix 2019.
Byrja verður at skjóta leygardagin klokkan 09:00, og sunnudagin kl. 13:00. Skjúttar skulu møta, í seinasta lagi ein hálvan tíma áðrenn báðar dagarnar.
Finalurnar í M-bólkinum verða skotnar eftir ISSF reglum, í OL skeet og OL trap.
Í A-finaluni í trap, verða skotin 25 dugvir við einum skoti. Er grundarlag undir A-finalu í skeet, verða tað skotnar 20 dúgvir á platti 3,4 og 5.
Vit fara at grilla búffar, beint aftaná vit eru liðug at skjóta leygardagin.
Um tú ikki enn hevur tilmelda teg, og framvegis ynskir at luttaka í Tórshamar Open 2019, send so ein teldupost til byrsumuli@gmail.com
Luttøkugjald er 650 kr. pr. persón, men allir skjúttar fáa ein pengavinning.
Listi við tilmeldingum: Trýst her
Vinarliga
VBM
