Flaggdagskappingin 2019 í trap

Leygardagin 13. apríl verður Flaggdagskappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í trap, og fyrstu 3 innleiðandi umførini telja við í Føroya Cup og Grand Prix fyri trap í 2019. Finalan verður skotin eftir OL trap reglum.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagið kl. 08:30.

Prísir pr. persón fyri kapping: 250 kr.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 11. apríl kl. 20:00.

Vinarliga boða frá luttøku við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
[leinkja]

Listi við tilmeldingum.