Ruddingardagur 30. mars 2019

Tann 30. mars 2019 er ársins fyrsti stóri ruddingardagur hjá VBM á skránni.

Sum undanfarnar ruddingardagar, royna vit at fáa skúlaflokkar at hjálpa okkum at rudda, so gott varð um limir eisini møttu fyri at skipa, hjálpa og leiða arbeiðið.

Byrja verður at rudda kl. 10:00, og vit limir fáa 3 umfør fyri hvønn part av degnum vit eru við, t.v.s. 3 umfør fyrrapart og 3 umfør seinnapart. Seinnaparturin byrjar kl. 13:00.

Liggur ikki fyri ruddingardagin, ber altíð til at rudda aðrar tíðir eisini.

Í samband við innkeyp til mat og drekka, hevði verði gott, um teir limir ið ætla sær at luttaka á ruddingardegnum boða frá, við at tilmelda seg. Hetta er tó ikki treyt fyri at verða við á ruddingardegnum.

Tilmelding [ Trýst her ]

Vinarliga Starvsnevndin

Síggj tilmeldingar: [ Trýst her ]