Tórshamar Open 2025

Byrjað verður at skjóta leygardagin kl. 9, tá trý umfør verða skotin, og hildið verður fram kl. 13 sunnudagin, tá tvey umfør og finalur verða skotnar. Seinna dagin skjýtur bólkur tvey fyrst, og raðfylgjan í bólkinum er broytt. Vegna vantandi undirtøku í trap, verður finala bara skotin í meistarabólkinum, meðan tað bæði verða meistara- og A-finala í skeet sunnudagin.

Til ber at fylgja við kappingini á hesi leinkju:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/15YoRVn23P01N9RVwRl6_YKdUos7rDbHhTuuCr97B50A/edit?usp=sharing

Tórshamar 2025

Leygardagin 26. og sunnudagin 27. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða ISSF-2017 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 750 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Av tí, at hetta er 10. Tórshamar kappingin hjá felagnum, verður lutakast um eitt gávukort frá Atlantsflog á 2.500 kr. millum allar skjúttar, sum hava luttikið í kappingini.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi hóskvøldið 24. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.

VBM Gentleman 2025

Leygardagin 28. juni verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur, og síðan verða finalur skotnar – alt eftir luttakaratalinum. Tilmelding fer fram við at senda eini sms-boð til Herleif Hammer á fartlf. 221668 í seinasta lagi hóskvøldið 26. juni, kl. 20. Kostnaðurin fyri kappingina er 350 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri unglingar upp til 21 ár.

Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.00, og skjúttarnir møta á breytini kl. 8.30.

Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og heldur øðrvísi kapping, enn vit eru von við í Føroyum.

Hósdagin kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.

Jóansøkukappingin 2025

Leygardagin 21. juni 2025 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.

Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum telja við í Føroya Cup 2025.
Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og í A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini í 2025.

Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 8:30.

Prísurin fyri kappingina er 350 kr., tó 100 kr. fyri unglingar (undir 21 ár). Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 19. juni, kl. 20.

Hóskvøldið kl. 17 verður venjing í OL-trap fyri tey, sum hava meldað til kappingina.

Simme Cup 2025

Leygardagin 10. mai verður 14. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og fyrstu trý umførini telja m.a. við í Føroya Cup í OL-trap og OL-skeet í 2025.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2017 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2025.

Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.

Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísur fyri kapping: 350 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.

Prísur fyri ábit: 150 kr.

Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 7. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.

Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina.

F80-kappingin 2025

Leygardagin 29. mars 2025 verður føðingardagskappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Felagið er stovnað í 1980, haðani navnið á kappingini F80, og verður Byrsumúli sostatt 45 ár í ár. M.a. vegna Covid-19 bar ikki til at markera 40 ára dagin í 2020, og tí verður eitt sindur meira gjørt burturúr degnum og kappingini í ár. Av somu orsøk verður kappingin umframt at vera ein kapping, har allir luttakararnir skjóta móti øllum tvørturum kappingargrein, eisini ein sjálvstøðug kapping í ávikavist skeet og trap. Aftaná fyrstu trý umførini í egnari grein, verða skotnar meistarafinalur í skeet og trap, áðrenn farið verður til 4. umfar í felagskappingini.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 350,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap).

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 27. mars kl. 20:00.

Múlameistarakappingin 2025

Leygardagin 8. februar verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er aftur í ár skipað sum ein felags kapping, har tað hesuferð verður skotið eitt umfar OL-skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar Doubletrap á 30 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 80, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á Doubletrap.

Byrja verður at skjóta klokkan 10:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 9:30.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 6. februar, kl. 20:00.

Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2025. Annars kostar hon 250,00 kr.

Starvsnevndin