Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur. Síðan fara seks teir fremstu í eina meistarafinalu (ISSF-2017 reglur) og hinir skjóta eina A-finalu á 25 dúgvur. Fylg við kappingini her:
Leygardagin 22. juni 2024 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.
Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum telja við í Føroya Cup 2024. Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini í 2024.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.
Prísurin fyri kappingina er 300 kr., tó 100 kr. fyri unglingar (undir 21 ár). Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.
Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 20. juni, kl. 20:00.
Hóskvøldið kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.
Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur. Síðani fara 6 teir fremstu skjúttarnir í eina ISSF-meistarafinalu (2017-reglur). Hinir skjóta eina A-finalu eftir 25 dúgvum. Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.00. Møtt verður kl. 8.30.
Kappast verður í ávikavist Skeet og OL-trap; 3 umfør verða skotin og síðan verða 2017-finalur skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkinum í skeet verður skotin finala á 20 dúgvur, og í A-bólkinum í trap verður skotin finala á 25 dúgvur.
Aftaná kappingarnar í Skeet og OL-trap verður skotið um Simme Cup, har tríggir teir bestu í hvørjari grein innleiðandi, skjóta eitt umfar afturat. Stendur á jøvnum, verða innleiðandi umførini avgerandi (samlað tal og síðan pr. rundu talt aftureftir).
Leygardagin 4. mai verður 13. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og fyrstu trý umførini telja m.a. við í Føroya Cup í OL-trap og OL-skeet í 2024.
Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2017 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2024.
Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.
Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.
Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.
Prísur fyri kapping: 300 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.
Prísur fyri ábit: 150 kr.
Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 1. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.
Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.
Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina.
Kappingin er føðingardagskappingin hjá Byrsumúla, sum er stovnað í 1980; haðani stavar navnið á kappingini. Í hesari kappingini kappast skjótigreinarnar móti hvørjari aðrari.
Skotin verða trý umfør OL-skeet ella OL-trap eftir egnum ynski, og síðan eitt umfar í hinari greinini. Vinnari er tann, sum fær flestar dúgvur av teimum fýra umførunum. Stendur á jøvnum, verður talt aftureftir. Byrja verður at skjóta kl. 9:00.
Leygardagin 30. mars 2024 verður F80-kappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.
Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.
Luttøkugjaldið, ið er 300,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap)
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 28. mars kl. 20:00
Leygardagin 9. mars verður Múlameistarakappingin, sum skuldi vera 4. februar, hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.
Kappingin er aftur í ár skipað sum ein felags kapping, har skotið verður eitt umfar skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar haruskjóting (sporting) á 25 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 75, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á harubreytini.
Byrja verður at skjóta klokkan 9:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 8:30.
Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 7. mars 2024, kl. 20:00.
Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2024. Annars kostar hon 250,00 kr.
Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 3. februar 2024, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.
Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 27. januar 2024.
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com