Simme Cup 2025

Leygardagin 10. mai verður 14. Simme Cup kappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er í OL-skeet og OL-trap, og fyrstu trý umførini telja m.a. við í Føroya Cup í OL-trap og OL-skeet í 2025.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2017 í báðum greinum. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini fyri trap og skeet í 2025.

Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti. Skeet finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 20 dúgvur á platti 3, 4 og 5.

Eftir finalurnar verður sjálv Simme Cup kappingin, har tríggir teir bestu skjúttarnir í ávikavist skeet og trap frá fyrstu trimum umførunum skjóta eftir 25 dúgvum í part.

Ongin morgunmatur verður, men okkurt verður til matna á middegi.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Eftir kappingina verður ábit fyri allar luttakarar og fyri limir úr øllum skjótifeløgum í Føroyum.

Prísur fyri kapping: 350 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.

Prísur fyri ábit: 150 kr.

Seinasta freist at boða frá luttøku til kappingina í ávikavist OL-trap ella Skeet og/ella til ábit er mikukvøldið, 7. mai, kl. 20 við telduposti til byrsumuli@gmail.com. Í tilmeldingini skal upplýsast navn á luttakara, felag, kappingargrein, og hvørt ein ynskir at luttaka til ábit.

Áðrenn heiðursmerkjahandanina verður farið at rudda breytina.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 fyri venjing hjá teimum, sum hava meldað til kappingina.

F80-kappingin 2025

Leygardagin 29. mars 2025 verður føðingardagskappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Felagið er stovnað í 1980, haðani navnið á kappingini F80, og verður Byrsumúli sostatt 45 ár í ár. M.a. vegna Covid-19 bar ikki til at markera 40 ára dagin í 2020, og tí verður eitt sindur meira gjørt burturúr degnum og kappingini í ár. Av somu orsøk verður kappingin umframt at vera ein kapping, har allir luttakararnir skjóta móti øllum tvørturum kappingargrein, eisini ein sjálvstøðug kapping í ávikavist skeet og trap. Aftaná fyrstu trý umførini í egnari grein, verða skotnar meistarafinalur í skeet og trap, áðrenn farið verður til 4. umfar í felagskappingini.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 350,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap).

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 27. mars kl. 20:00.

Múlameistarakappingin 2025

Leygardagin 8. februar verður Múlameistarakappingin hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla.

Kappingin er aftur í ár skipað sum ein felags kapping, har tað hesuferð verður skotið eitt umfar OL-skeet, eitt umfar OL-trap og eitt umfar Doubletrap á 30 dúgvur. Skjúttin, ið hevur rakt flest dúgvur av 80, hevur vunnið. Um tað stendur á jøvnum millum vinnarar, verður kappingin avgjørd við shoot-off á Doubletrap.

Byrja verður at skjóta klokkan 10:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 9:30.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 6. februar, kl. 20:00.

Kappingin er innanhýsis limakapping fyri allar limir hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, og kappingin er ókeypis fyri limir, ið hava goldið limagjaldið fyri 2025. Annars kostar hon 250,00 kr.

Starvsnevndin

Aðalfundurin 2025

Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 8. februar 2025, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 1. februar 2025.

Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá við at tilmelda seg við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Vinarliga
Starvsnevndin

Harukappingin 2024

Leygardagin 26. oktobur 2024 verður seinasta kappingin í ár hildin á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

Kappingin verður skipað sum ein veiðu- og sporting kapping. Programmið verður avdúkað leygarmorgunin, tá kappingin byrjar.

Skotin verða tvey innleiðandi umfør og síðani eitt finalu umfar.

Byrjað verður at skjóta kl. 9:30, og møtt verður í seinasta lagi kl. 09:00, tá ymsu skotplássini verða avdúkað.

Luttøkugjaldið er 300 kr., sum skal rindast innan kappingina.

Av tí at nøkur av standplássunum eru á mold og grasi, verður viðmælt at lata seg í fótbúna til endamálið.

Til harukappingina verður loyvt at brúka hálvautomatiskar og pumpgun byrsur.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 24. oktobur kl. 20:00.


Veiðifelagið Byrsumúli

Mikkjalsmessukappingin 2024

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 21. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkunum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 19. septembur 2024, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.