F80-kappingin 2026

Leygardagin 28. mars 2026 verður føðingardagskappingin hjá Byrsumúla á breytini í Sandvíkum. Skotin verða antin 3 umfør OL-skeet + 1 umfar OL-trap ella 3 umfør OL-trap + 1 umfar OL-skeet.

Tann, sum tilsamans hevur rakt flest dúgvur í hesum 4 umførunum, vinnur kappingina. Stendur á jøvnum verður talt aftureftir, fyrst umfør og síðan dúgvur.

Felagið er stovnað í 1980, haðani navnið á kappingini F80, og verður Byrsumúli sostatt 46 ár í ár. Umframt at vera ein kapping, har allir luttakararnir skjóta móti øllum tvørturum kappingargrein, er talan eisini um eina sjálvstøðuga kapping í ávikavist skeet og trap. Aftaná fyrstu trý umførini í egnari grein, verða skotnar meistarafinalur í skeet og trap, áðrenn farið verður til 4. umfar í felagskappingini.

Í OL-trap fara 6 teir fremstu skjúttarnir at skjóta eina 2022-finalu (upp til 50 dúgvur), og í OL-skeet fara 8 teir fremstu skjúttarnir í eina nýggja 2025-finalu (upp til 36 dúgvur). Hesar skeet-finalurnar eru ikki royndar í Føroyum fyrr.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Luttøkugjaldið, ið er 350,00 kr. (unglingar undir 21 ár rinda 100,00 kr.) verður goldið innan kappingarbyrjan.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com við upplýsingum um navn, møguligt limafelag, og kappingargrein, sum man ynskir at skjóta 3 umfør í (skeet ella trap).

Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 25. mars kl. 20:00.