Árligi aðalfundurin hjá felagnum, verður leygardagin 14. februar 2026, kl. 16:00, í felagshølinum á Sandvíkum. Skráin er sambært lógum felagsins.
Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi leygardagin 7. februar 2026.
Eftir fundin bjóðar felagið ábit við onkrum góðum afturvið, og av tí at vit skulu keypa inn, hevði verið gott, um teir limir, ið ætla sær at luttaka á aðalfundinum, boða frá luttøku við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com
Vinarliga
Starvsnevndin