VBM Gentleman 2025

Leygardagin 6. septembur verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur, og síðan verða finalur skotnar – alt eftir luttakaratalinum. Tilmelding fer fram við at senda eini sms-boð til Herleif Hammer á fartlf. 221668 í seinasta lagi hóskvøldið 4. septembur, kl. 20. Kostnaðurin fyri kappingina er 350 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri unglingar upp til 21 ár.

Allir luttakarar í kappingini eru vælkomnir til ein betri bita aftaná, tá grillmeistarin borðreiðir við náta. Kostnaðurin fyri hetta er 150 kr.

Í sambandi við tilmeldingina verður mint á at boða frá, um man bert luttekur til kappingina, ella sum vit vóna, at man eisini luttekur til ábitið aftaná.

Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.00, og skjúttarnir møta á breytini kl. 8.30.

Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og heldur øðrvísi kapping, enn vit eru von við í Føroyum.

Hósdagin kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.