Mikkjalsmessukappingin 2025

Ársins seinasta OL-trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 27. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og alt eftir luttakaratalinum verður eisini ein A-finala (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 350 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin, 26. sept. 2025.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við á styrkilistanum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 25. septembur, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.

VBM Gentleman 2025

Leygardagin 6. septembur verður kapping í english skeet á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum. Skotin verða trý umfør á 25 dúgvur, og síðan verða finalur skotnar – alt eftir luttakaratalinum. Tilmelding fer fram við at senda eini sms-boð til Herleif Hammer á fartlf. 221668 í seinasta lagi hóskvøldið 4. septembur, kl. 20. Kostnaðurin fyri kappingina er 350 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri unglingar upp til 21 ár.

Allir luttakarar í kappingini eru vælkomnir til ein betri bita aftaná, tá grillmeistarin borðreiðir við náta. Kostnaðurin fyri hetta er 150 kr.

Í sambandi við tilmeldingina verður mint á at boða frá, um man bert luttekur til kappingina, ella sum vit vóna, at man eisini luttekur til ábitið aftaná.

Byrjað verður at skjóta leygarmorgunin kl. 9.00, og skjúttarnir møta á breytini kl. 8.30.

Hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og heldur øðrvísi kapping, enn vit eru von við í Føroyum.

Hósdagin kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.