Byrjað verður at skjóta leygardagin kl. 9, tá trý umfør verða skotin, og hildið verður fram kl. 13 sunnudagin, tá tvey umfør og finalur verða skotnar. Seinna dagin skjýtur bólkur tvey fyrst, og raðfylgjan í bólkinum er broytt. Vegna vantandi undirtøku í trap, verður finala bara skotin í meistarabólkinum, meðan tað bæði verða meistara- og A-finala í skeet sunnudagin.
Leygardagin 26. og sunnudagin 27. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.
Í báðum greinum verða ISSF-2017 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).
Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.
Kostnaðurin fyri kappingina er 750 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Av tí, at hetta er 10. Tórshamar kappingin hjá felagnum, verður lutakast um eitt gávukort frá Atlantsflog á 2.500 kr. millum allar skjúttar, sum hava luttikið í kappingini.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi hóskvøldið 24. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.