Mikkjalsmessukappingin 2024

Ársins seinasta trap kapping, Mikkjalsmessukappingin verður hildin á breytini hjá Byrsumúla leygardagin, 21. septembur, kl. 9.30. Skjúttarnir møta í seinasta lagi kl. 9.00.

Skotið verður eftir 75 dúgvum, og síðani fara 6 teir fremstu at skjóta ISSF-finalu (meistarabólkur), og 6 teir næstu skjóta eina A-finalu (25 dúgvur).

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Luttøkugjaldið er 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri unglingar (undir 21 ár), og skal verða goldið á konto 9181-515.875.5 í seinasta lagi á middegi fríggjadagin.

Hetta er eisini seinasta kappingin í Føroya Cup og Grand Prix kappingini fyri trap í ár. Støðan í hesum kappingum sæst á http://skot.fo. Harumframt telur kappingin við í úttøkunum hjá Skjótisambandinum.

Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 19. septembur 2024, kl. 20:00.

Breytin er opin hósdagin kl. 17-19 til venjing hjá teimum, sum luttaka í kappingini.