Tórshamar Open 2024

Skotin verða trý umfør leygardag og tvey umfør sunnudag, áðrenn farið verður at skjóta finalur. 6 teir fremstu skjúttarnir í hvørjari grein skjóta eina Meistarafinalu eftir ISSF 2017-reglunum. Hinir skjóta eina A-finalu (20 dúgvur í skeet og 25 dúgvur í trap).

Byrjað verður kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Tað ber til at fylgja við kappingini á hesari leinkju:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1M53S76bw97rnGHgaBPyCNJ-KcvhVE9R7Dl5kRz3Sqvs/edit?usp=sharing

Tórshamar 2024

Leygardagin 20. og sunnudagin 21. juli verður Tórshamar Open aftur hildin á breytini hjá Byrsumúla. Kappast verður bæði í OL-trap og í OL-skeet. Skotin verða 3 umfør (75 dúgvur) leygardag og 2 umfør (50 dúgvur) + finalur sunnudag.

Í báðum greinum verða ISSF-2017 finalurnar skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkunum verða finalur skotnar (25 dúgvur í OL-trap og 20 dúgvur í OL-skeet).

Kappingarnar telja við í ymsu kappingunum og úttøkunum hjá Skjótisambandinum. Aftaná kappingarlok leygardagin eru allir skjúttar vælkomnir til ábit, har okkurt gott er lagt á grillina, eins og vanligt hevur verið til hesa kappingina. Byrjað verður at skjóta kl. 9 leygarmorgun og kl. 13 sunnudag. Allir skjúttar skulu møta í seinasta ein hálvan tíma frammanundan. Aftaná kappingarlok báðar dagarnar fara allir luttakarar at rudda breytina fyri dúgvubrot.

Kostnaðurin fyri kappingina er 750 kr., tó soleiðis at unglingar (undir 21 ár) rinda 100 kr. Serlig heiðursmerki eru gjørd til kappingina, eins og góðir vinningar verða latnir. Allir luttakarar vinna onkran vinning.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com í seinasta lagi hóskvøldið 18. juli, kl. 20. Luttøkugjaldið kann rindast kontant leygarmorgunin ella verða flutt á konto 9181 – 515.875.5 í seinasta lagi hósdagin.