Leygardagin 22. juni 2024 verður Jóansøkukappingin í OL-trap hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum.
Skotin verða 3 innleiðandi umfør, sum telja við í Føroya Cup 2024.
Finalur vera í meistarabólkinum (ISSF-2017 finala) og A-bólkinum (25 dúgvur), um nóg nógvir luttakarar vera. Endaplássið í meistarafinaluni telur við í Grand Prix kappingini í 2024.
Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og skjúttar møta í seinasta lagi kl. 08:30.
Prísurin fyri kappingina er 300 kr., tó 100 kr. fyri unglingar (undir 21 ár). Upphæddin verður flutt frammanundan ella goldin kontant við kappingarbyrjan.
Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 20. juni, kl. 20:00.
Hóskvøldið kl. 17 verður venjing í english skeet fyri tey, sum hava meldað til kappingina.