Vármúlakappingin 2024

Vármúlakappingin í OL-trap verður hildin á breytini hjá Byrsumúla á Sandvíkum leygardagin 25. mai.

Kappingin er í OL-trap, og fyrstu 3 umførini telja m.a. við í Føroya Cup.

Meistarafinalurnar verða skotnar við ISSF finalum frá 2017. Endaplássini frá nr. 1-6 telja við í Grand Prix kappingini.

Trap finalan í A-bólkinum verður avgjørd við at skjóta 25 dúgvur við einum skoti.

Byrja verður at skjóta klokkan 09:00, og møtt verður í seinasta lagi kl. 08:30.

Prísur fyri kapping: 300 kr., tó rinda unglingar (upp til 21 ár) 100 kr.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda ein teldupost til byrsumuli@gmail.com. Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 23. mai kl. 20:00.

Simme Cup 2024

Kappast verður í ávikavist Skeet og OL-trap; 3 umfør verða skotin og síðan verða 2017-finalur skotnar í Meistarabólkunum. Í A-bólkinum í skeet verður skotin finala á 20 dúgvur, og í A-bólkinum í trap verður skotin finala á 25 dúgvur.

Aftaná kappingarnar í Skeet og OL-trap verður skotið um Simme Cup, har tríggir teir bestu í hvørjari grein innleiðandi, skjóta eitt umfar afturat. Stendur á jøvnum, verða innleiðandi umførini avgerandi (samlað tal og síðan pr. rundu talt aftureftir).

Úrslitini frá kappingini síggjast her:

https://docs.google.com/spreadsheets/d/12h6rdiSHU6svnVxMt_aMWdnLKjx8XKzM9JO-o6iV04o/edit?usp=sharing