
Nú oyggjaleikirnir eru av á hesum sinni má sigast, at tað hildnaðist sera væl í skjótingini. Formaðurin og næstformaðurin í Byrsumúla, Jón Jacobsen og Finn Ludvig vunnu bronsu í liðkappingini í OL-trap, eins og Finn Ludvig gjørdi ein vørr og vann silvur í einstaklingakappingini í OL-trap. Hetta var eisini stuttligt, tí tað í ár eru júst 30 ár síðan, at sami Finn vann Føroyum fyrsta heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum nakrantíð. Herleif Hammer og Jógvan Egholm royndu seg í english skeet, sum er nýggj ítróttagrein í Føroyum. Hóast tað kanska ikki gekk so væl í liðkappingini, mentu teir seg í einstaklingakappingini og endaðu miðskeiðis á einum deildum 9. plássi. Í ABT vunnu Alex Johannesen og Per S. Hansen gull í liðkappingini, eins og Alex eisini vann gull í einstaklingakappingini. Í OL-skeet vunnu Tórur og Jóhann Fløtt bronsu í liðkappingini, eins og teir eisini vunnu ávikavist silvur og bronsu í einstaklingakappingini. Hetta vóru fyrstu oyggjaleikirnir hjá fleiri av skjúttunum, og tí má sigast, at úrslitið samanlagt er sera gott. Byrsumúli ynskir øllum skjúttunum til lukku við góðu avrikunum.